Posts in Starvssetan
Klaga í sambandi við starvssetan

Nevndin fekk í 2024 klagu frá kvinnu, sum metti seg hava verið fyri mismuni vegna kyn í sambandi við, at hon hevði fingið noktandi svar fyri eina starvsumsókn á sumri í 2024. Kvinnan hevði í fyrstu atløgu verið í iva, um talan var um veruligan mismun vegna kyn, ella tað bara var uppfatanin hjá henni sjálvari. Men í sambandi við setanartilgongdina at seta starvið, var kvinnan ikki longur í iva um, at talan var um mismun vegna kyn.

Read More