Støðufrágreiðing
Javnstøðunevndin setti sær í 2015 fyri, at ein støðumeting, ið kundi lýsa støðuna, tørvin og eina framtíðarætlan fyri økið, skuldi gerast. Arbeiðssetningurin varð hesin:
Arbeiðsuppgávan verður at gera eitt yvirlit yvir javnstøðuøkið í Føroyum. Bæði soleiðis, sum tað sær út heilt einfalt, men eisini hvussu ein møgulig broyting/víðkan kundi sæð út. Somuleiðis skulu alternativ setast upp í mun til, hvat er skilagott og neyðugt hjá javnstøðunevndini at arbeiða við næstu árini og serliga áðrenn aðalorðaskiftið í vár.
Støðufráðgreiðing er býtt í trý:
1. Lýsing av javnstøðuarbeiði í 20 ár
2. Yvirlit yvir javnstøðuarbeiði í okkara grannalondum
3. Tilmæli og ískoyti til javnstøðupolitiska virkisætlan