Javnstøða og okkara grannar
Javnstøða er ein sterkur pro-spurningur í Norðurlondum, og heimurin er áhugaður í at vita, hvussu hesi lond bera seg at
Okkara grannalond
Hyggja vit at yvirlitum og javnstøðubarometrum av ymiskum slag, hava norðurlond, hóast so ymisk í skapi og stødd, tað í felag, at tey so at siga øll eru ímillum 10 tey bestu.
Okkarar leiklutur
Føroyar skulu taka ábyrgd og vera ein samstarvsorganisatión í norðurlendska- og altjóða samfelagnum. Vit skulu vera við í altjóða kjakinum um at fremja og arbeiða við javnstøðu og kynsspurningum.
Finnland
Í javnstøðuætlanini hjá finsku stjórnini eru seks raðfest øki og mál at arbeiða við.
Ísland
Íslendska javnstøðulógin varð endurskoðað í 1985, 1991, 2000 og 2008 fyri at tryggja, at hon fevndi og fevnir um øll samfelagsøki í samljóði við ásetingarnar hjá ST um, at vit eiga øll at stremba eftir gender mainstreaming í øllum ráðum, stovnum, fyritøkum og samfelagsøkjum yvirhøvur.
Danmark
Javnstøðupolitiska økið í Danmark er í løtuni (2019) undir uttanríkisráðnum. Tað er ásett við lóg, at avvarðandi ráð skipar fyri frágreing og virkisætlan hvørt ár.
Svøríki
Svenska Socialdepartementet varðar av javnstøðu. Tó hevur Svøríki við lóg bundið seg til javnstøðuintegrering á øllum økjum (gender mainstreaming/samtáttan), og tí arbeiða øll ráð við javnstøðu á sínum serliga viðkomandi øki.
Noreg
Norski javnstøðupolitikkurin hevur sum mál, at øll skulu hava somu møguleikar og sama frælsi at taka sínar egnu avgerðir, óknýtt at kyni, uppruna, átrúnaði, førleika og seksuellari orientering.
Grønland
Grønlands Ligestillignsråd / Naligiissitaanissamut Siunnersuisoqatigiit, hevur eitt fólk í fulltíðarstarvi at taka sær av politiska og umsitingarliga javnstøðuarbeiðinum. Nevndin er (sum tann føroyska) bæði ráðgevandi og kærustovnur.
Áland
Yvirskipaðu málini í javnstøðupolitisku orðing hjá Álandi fyri 2012-2015 vóru skipað í fýra part-mál.