Nevndin fekk í 2024 klagu frá kvinnu, sum metti seg hava verið fyri mismuni vegna kyn í sambandi við, at hon hevði fingið noktandi svar fyri eina starvsumsókn á sumri í 2024. Kvinnan hevði í fyrstu atløgu verið í iva, um talan var um veruligan mismun vegna kyn, ella tað bara var uppfatanin hjá henni sjálvari. Men í sambandi við setanartilgongdina at seta starvið, var kvinnan ikki longur í iva um, at talan var um mismun vegna kyn.
Tá ein kvinna skuldi byrja aftur til arbeiðis eftir lokið barnsburðarfarloyvi, fekk hon boð frá arbeiðsgevaranum um, at hon skuldi ikki longur røkja leiðarastarvið, sum hon hevði upprunaliga, men at hon í staðin varð flutt í annað starv sum vanligt arbeiðsfólk.
Kæran kom umvegis UMMR, sum heitti á Javnstøðunevndina um at viðgera og koma við niðurstøðum um kæru frá sjúkrarøktarfrøðilesandi, sum kendi seg vera fyri mismuni vegna niðursetta hoyrn í praktiktíðini.
Javnstøðunevndin hevur viðgjørt kæru umvegis fakfelag hjá kvinnu, sum helt seg vera fyri mismuni, tá hon varð uppsøgd samstundis sum at hon var við barn
Kært var um væntandi endusetan á skúla við skúlabyrjan vegna barnsburð. Kærarin vísti á, at hon hevði starvast á skúlanum í nógv ár, og helt tað tí vera løgið samanfall, at júst hon ikki varð sett aftur.
Kærari vísir á, at hon hevði fingið lovað eitt starv sum dagrøkrari, men at tá kommunan gjørdust varug við, at kvinnan var við barn, tók hon tilboði aftur og bjóðaði ístaðin kvinnuni starv á stovni
Javnstøðunevndin hevur viðgjørt kæru um væntandi setan vegna barnsburð sbrt. §3. Stk.1 í javnstøðulógini, sum sigur at ikki er loyvt at gera mismun á løntakara vegna kyn við m.a. starvsetan
Ein kvinna misti starvið, meðan hon var í barsli og varð flutt í annað starv, tá hon kom aftur úr barsli …
Ein kvinna metti seg hava verið fyri órætti í sambandi við sjúkramelding undir barsli. Sambært starvssáttmála hennara hevur hon rætt til løn í 24 vikur tilsamans í sambandi við barsil …
Kærarin var í føstum starvi sum dagligur leiðari í eini fyritøku og fór í barsil. Tá hon kom aftur úr barsli, vóru starvsviðurskifti hennara broytt …