Uppsøgn vegna kyn

Status: Avgreitt
Evni: Beinleiðis mismunur, Starvssetan, Uppsøgn, Próvbyrða
Ásetingar: § 12, § 11, § 3, § 6
Partur: Ikki upplýst
Nevndarlimir: Guðrið Joensen, Egon Joensen, Kristianna Winther Poulsen, Marjun T. Magnussen, Leif Olsen
Mál: 11
Ár: 2010
Avgerðardagur: 24. august 2010

Lýsing: Málið snýr seg um uppsøgn av eini kvinnu. Kvinnan varð sett í starv í 1987, í 2001 í fast starv. Í 2009 varð hon – og tvey onnur starvsfólk - uppsøgd við grundgevingini, at arbeiðsplássið ikki fekk ta játtan á fíggjarlógini, tað hevði biðið um. Yrkisfelagið hjá kvinnuni kærdi vegna kvinnuna málið til Javnstøðunevndina.

Niðurstøða: Nevndin metir ikki, at prógv er ført fyri, at brot er framt á § 3, stk. 1 í javnstøðulógini, og at uppsagda kvinnan hevur verið fyri mismuni vegna kyn í sambandi við, at hon varð søgd úr starvi á innkærda arbeiðsplássi. Kæran frá kærara kann tí ikki komast á møti.