Uppsøgn vegna barnsburð og barsil
Status: Avgreitt
Evni: Beinleiðis mismunur, Samsýning, Uppsøgn, Starvssetan, Graviditetur/Viðgonga, Próvbyrða, Farloyvi, Barnsburður
Ásetingar: § 2, stk. 3, § 9, § 11
Partur: Ikki upplýst
Nevndarlimir: Katrin kallsberg, Guðrið Joensen, Niels Winther, Marjun T. Magnussen, Jónleif Johannessen
Mál:
Ár: 2014
Avgerðardagur: 22. mai 2014
Lýsing: Kærarin, sum hevði starvast í eini fyritøku í nøkur ár, átti barn og fór í barsilsfarloyvi. Átta dagar eftir, at hon kom aftur til arbeiðis úr barsilsfarloyvi, varð hon uppsøgd. Uppsøgnin varð sambært fyritøkuni grundað á rationaliseringar, men kvinnan metti veruligu orsøkina til uppsøgnina vera grundaða á barnburðin og barsilsfarloyvið. Kvinnan kærdi til Javnstøðunevndina.
Lyklaorð: Beinleiðis mismunur, Samsýning, Uppsøgn, Starvssetan, Graviditetur/viðgonga, Próvbyrða, Farloyvi, Barnsburður
Niðurstøða: Nevndin metir ikki, at brot er framt á javnstøðulógina í hesum máli. Próvbyrðan áliggur kæraranum, av tí at uppsøgnin varð framd, eftir at hon var komin úr barsli, og út frá fundarfrásøgn og frágreiðingum annars frá innklærdu fyritøku metir nevndin onga orsøk vera til at ivast í rættleikanum í uppáhaldinum hjá innkærdu fyritøku um, at uppsøgnin veruliga varð grundað á ratinaliseringar.