Klaga í sambandi við starvssetan
Status: Avgreitt
Evni: Mismunur í sambandi við noktandi svar fyri starvsumsókn
Ásetingar: Javnstøðulógin §3, stk. 1
Partur: Ikki upplýst
Nevndarlimir: Halla Nolsøe Poulsen, Jórun Gardar, Pætur Zachariasson, Gunnhild Persson og Mary Antonsdóttir
Ár: 2024
Avgerðardagur: 30. januar 2025
Lýsing: Nevndin fekk í 2024 klagu frá kvinnu, sum metti seg hava verið fyri mismuni vegna kyn í sambandi við, at hon á sumri í 2024 fekk noktandi svar fyri eina starvsumsókn frá einum føroyskum felagi. Kvinnan hevði í fyrstu atløgu illgruna um, at hon hevði verið fyri mismuni vegna kyn áður, tí hon hevði upplivað, at felagið hevði tikið menn fram um seg. Men í sambandi við setanartilgongdina at seta leysa starvið á sumri í 2024, var kvinnan ikki í iva um, at talan var um mismun vegna kyn.
Kvinnan hevur áður verið í tíðaravmarkaðum starvi í sama felagi. Árini frammanundan at starvið varð lýst leyst, hevði kvinnan í fleiri førum sent óumbidna umsókn um starv í felagnum, men frætti, at einki tøkt starv var at seta. Í sama tíðarskeiði hevði felagið sett menn í starv á somu deild, uttan at størv vórðu lýst leys.
Eftir áheitan sendi felagið javnstøðunevndini anonymiserað skjøl, sum vístu umsøkjararnar og teirra royndir.
Lyklaorð: Starvssetan, mismunur
Niðurstøða: Eftir at hava viðgjørt alt málið metti javnstøðunevndin ikki, at kvinnan prógvaði, at hon hevði betri royndir og kvalifikatiónir enn maðurin, ið settur varð í starvið, ið varð lýst leyst. Hóast felagið í innanhýsis tilfari sjálvt legði dent á týdningin av javnstøðu, metti javnstøðunevndin ikki, at tað var brot á javnstøðulógina, at felagið í hesum førinum setti ein mann í starv, tí talan var um umsøkjaran við bestu royndum og kvalifikatiónum til at røkja starvið.