Javnstøðustovnar á fundi í Føroyum
Luttakararnir á norðurlendska fundinum umboðaðu javnstøðustovnar úr Føroyum, Íslandi, Svøríki, Noregi, Finnlandi, Danmark og Álandi.
Dagarnar 24. og 25. oktober var javnstøðunevndin vertur fyri árliga fundinum hjá norðurlendsku javnstøðustovnunum.
Umframt nógv kjak vóru framløgur á skránni frá teimum ymsu stovnunum. Javnstøðuenvndin hevði eisini bjóðað Eriku Anne Hayfield at halda upplegg um javnstøðuviðurskifti og gransking í Føroyum.
Sum vant var tað avbera gevandi fyri javnstøðuenvndina at hoyra um royndir og avbjóðingar hjá norðurlendsku starvsfeløgunum. Javnstøðunevndin fegnast um at hava hetta netverk, ið nevndin hevur stórt gagn av í mongum viðurskiftum. Felags málið er at basa mismuni vegna kyn, sigur Halla Nolsøe Poulsen, forkvinna í javnstøðunevndini.
- Tað er altíð spennandi og gevandi at hoyra um javnstøðuarbeiðið í grannalondunum. Øll londini hava truplar avbjóðingar fyri frammman, og eru vit felags um nógvar teirra. Og stórur dentur er á at stuðla, sparra og læra av hvørjum øðrum.
Hesir stovnar vóru umboðaðir á fundinum
Føroyar: Javnstøðunevndin
Ísland: Jafnréttisstofa
Áland: Ålands Ombudsmannamyndighet
Norra: Likestillings- og diskrimineringsombudet, Diskrimineringsnemnda
Danmark: Institut for Menneskerettigheder, Ligebehandlingsnævnet
Svøríki: Diskrimineringsombudsmannen
Finnland: Jämställdhetsombudsmannen, Diskrimineringsombudsmannen
Næsta heyst verður Finnland vertur fyri árliga fundinum millum norðurlendskar javnstøðumyndugleikar.