Gleðiligt at síggja ungar kvinnur bjóða seg fram

Halla Nolsøe Poulsen í Degi og Viku 4. novembur 2024

Seinastu tíðina hevur Demokratia lagt nógv fyri at kanna, hvørjar ítøkuligar forðingar gera, at færri kvinnur enn menn bjóða seg fram í politikki.

Millum annað vísa úrslitini, at í øllum aldursbólkum halda menn seg hava størri politiskt innlit enn kvinnur. Tí er tað gleðiligt at síggja seks spírandi ungar næmingar á Glasir bjóða seg fram til kommunuvalið, sum verður tann 12. novembur 2024.

Forkvinnan í javnstøðuenevndini var í Degi og Viku tann 4. novembur og viðmerkti týdningin av, at tey ungu eisini taka lut í politikki.

Sendingin kann síggjast HER

Omanfyrinevnda kanningin liggur tøk á heimasíðuni hjá Demokratia.

Brandur Mortensen Nolsøe