Halla hevur tikið við sum forkvinna

Í farnu viku hevði javnstøðunevndin sín fyrsta fund við nýggju forkvinnuni, Hallu Nolsøe Poulsen. Nógv spennandi og fjølbroytt mál eru á dagsskránni, og vit gleða okkum til samstarvið - til frama fyri javnstøðu!

Halla er útbúgvin stjórnmálafrøðingur. Hon hevur royndir frá eitt nú Løgmansskrivstovuni, Norðurlandaráðnum, og sum sendikvinna Føroya í Íslandi Nú starvast hon sum stjóri fyri Norrønt Atlantssamstarv (NORA), ið hevur høvuðssæti í Føroyum.

Á myndini frá vinstru:
Mary Antonsdóttir (varalimur), Jórun Gardar, Halla Nolsøe Poulsen (forkvinna), Gunnhild Persson og Brandur Mortensen Nolsøe (samskipari). Nevndarlimirnir Jógvan Philbrow og Pætur Zachariasson vanta á myndini.

Brandur Mortensen Nolsøe