Nýggj javnstøðunevnd sett

 

Í nýggju javnstøðunevndini eru, frá vinstru: Gunnhild Persson, umboðandi Kvinnufelagasamskipan Føroya, Pætur Zachariasson, umboðandi skúla-, heilsu- og almannaverk, Bjørk Maria Kunoy, forkvinna, umboðandi Føroya landsstýri, Jórun Gardar, umboðandi arbeiðsgevarar og Jógvan Philbrow, umboðandi løntakarar.

Tey fimm, ið fara at mynda javnstøðunevndina komandi setuna, tóku við nevndarsessunum á móttøku í Almanna- og mentamálaráðnum mikudagin 26. apríl.

Á fundi í Almanna- og mentamálaráðnum mikudagin 26. apríl bjóðaði landsstýriskvinnan í javnstøðumálum, Sirið Stenberg, nýggju limunum og varaumboðunum í janvstøðunevndini vælkomnum. Samstundis nýtti landsstýriskvinnan høvið til at takka fráfarandi nevndini fyri sítt arbeiði seinastu fýra árini.

Tað er landsstýriskvinnan í javnstøðumálum, ið setir javnstøðunevndina, millum annað við tilmæli frá arbeiðsgevarum, løntakarum, skúla-, heilsu- og almannaverki og Kvinnufelagasamskipan Føroya.

Javnstøðunevndin virkar sambært løgtingslóg nr. 52 frá 3. mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn. Javnstøðunevndin skal m.a. hava eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin, vera ráðgevi hjá myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum og gera tilmæli í javnstøðumálum. Afturat hesum er Javnstøðunevndin klagumyndugleiki, og hevur hon sum uppgávu at viðgera klagur frá fólki, sum halda seg hava verið fyri mismuni vegna kyn.

Javnstøðuskrivstovan, sum er felags skrivstovan hjá Javnstøðunevndini og Demokratia, hevur síðan 2022 havt fulltíðarsettan akademiskan samskipara. Brandur Mortensen Nolsøe er samskipari á Javnstøðuskrivstovuni og skrivari hjá Javnstøðunevndini og Demokratia.

Í javnstøðunevndini eru:
Bjørk Maria Kunoy, forkvinna, umboðandi Føroya landsstýri
Gunnhild Persson, umboðandi Kvinnufelagasamskipan Føroya
Pætur Zachariasson, umboðandi skúla-, heilsu- og almannaverk
Jógvan Philbrow, umboðandi løntakarar
Jórun Gardar, umboðandi arbeiðsgevarar

Nýggju varaumboðini eru:
Niels Uni Dam, næstformaður, vegna Føroya landsstýri
Elin Holm, vegna Kvinnufelagasamskipan Føroya
Gunvá Magnussen, vegna skúla-, heilsu- og almannaverk
Mary Antonsdóttir, vegna løntakarar
Marius Thomassen, vegna arbeiðsgevarar


Nýggja nevndin fer at hava sín fyrsta fund í komandi viku.