Holl vitan um javnstøðu fingin til vega

 

Óluva Zachariasen, orðstýrari, Bjørk Maria Kunoy, forkvinna í javnstøðunevndini og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í javnstøðumálum undir orðaskiftinum um kanningarúrslitini.

Týsdagin 2. mai var javnstøðunevndin ein av fyriskiparunum handan væleydnað tiltak í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn, tá nýtt ljós varð varpað á javnstøðu í Føroyum.

Høvið var almenn framløga av nýggjari javnstøðukanning, sum Fróðskaparsetur Føroyar og Lóður hava gjørt fyri javnstøðunevndina, Demokratia og Almanna- og mentamálaráðið.

Eftir at Erika Anne Hayfield, Herit Albinus og Heini í Skorini, granskarar, høvdu lagt fram um kanningarúrsliti og háttalag, var orðaskifti á skránni, sum Óluva Zachariasen stýrdi. Luttakararnir vóru Bjørk Maria Kunoy, forkvinna í javnstøðunevndini, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í javnstøðumálum, Erika Anne Hayfield, lektari, Martin Tvede Zachariassen, rektari á Fróðskaparsetrinum og Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, sum øll greiddu frá um tær javnstøðuavbjóðingar, sum finnast á teirra serstaka virkisøki.

Javnstøðunevndin fegnast um, at vit hava fingið eina vítt fevnandi, og breitt umboðandi, kanning av hugburði og atburði hjá føroyingum í mun til nógvar ymsar javnstøðuspurningar. Talan er um holla vitan, sum leggur lunnar undir arbeiðið hjá javnstøðunevndini komandi fýra árini.

Tað er avgerandi fyri javnstøðuarbeiðið, at vit vita, hvar vit standa sum samfelag, bæði fyri at sammeta okkum við onnur lond, og ikki minst, tí føroysk gransking er ein fortreyt fyri at kunna fremja javnstøðu sum heild.

Les frágreiðingina um nýggju javnstøðukanningina her!