5 orsøkir til javnari barsilsbýti

 

1. Barnið fær ágóðar

Hevur pápin ein virknan lut í umsorganini frá byrjan, styrkir hetta sambandið millum pápan og barnið, eisini sum árini ganga. 

2. Pápabarsil fremur felags foreldraskap

Samvera og nærvera skapa tilknýti. Tá pápin kennir á sær, at hansara leiklutur hevur týdning, gerst tað lættari hjá foreldrunum báðum at finna eitt felags stev.   

3. Støðan hjá pápanum styrkist

Um so er at foreldrini fara hvør til sítt, verður rættarstøðan hjá pápanum styrkt, um pápin hevur ein virknan lut í umsorganini í longri tíð.

4. Mamman fær ágóðar

Tá pápar eru í barsli í longri tíð, minkar fíggjarligi ójavnin millum kynini. Menn eru ikki fyri sama lønarmissi sum kvinnur orsakað av barsli.

5. Heimið endurspeglar samfelagið

Ójavna býtið millum arbeiði og umsorgan hevur neiliga ávirkan á bæði arbeiðsmarknaðin og familjulívið. Tað hevur við sær, at bæði kvinnur og menn verða avmarkað av siðbundnum kynsleiklutum. 

MEN

Eru fleiri menn í barsli í longri tíð, fáa kvinnur tikið lut á arbeiðsmarknaðinum á jøvnum føti við menn, meðan pápar fáa størri umsorganarleiklut.

 
Allan Dalsgarð