Gáa um javnstøðu – eisini í skúlanum

 

Tað, sum børn og ung lesa, hoyra og síggja hevur týdning fyri teirra sjálvsfatan, og skúlaverkið eigur ein stóran leiklut í, at tað, sum verður lagt í ungdómin, er grundað á grundleggjandi samfelagsvirði, millum teirra at kynini – dreingir og gentur – eru javnstillað.

Uppgávurnar hjá Javnstøðunevndini eru ásettar í javnstøðulógini, sum hevur til endamáls at beina burtur allan mismun vegna kyn. Tað, sum hevur verið á breddanum um klædnareglur í fólkaskúlum seinastu tíðina, ber boð um, at tað framvegis er neyðugt at vísa á, at mismunur vegna kyn ikki er loyvdur.

Tað er óheppið, um børn og ung í fólkaskúlanum verða áløgd reglur, ið eru orðaðar soleiðis, at tað kann setast spurnartekin við, um tað er munur á, hvat verður væntað av gentum og dreingjum, tí tað samsvarar ikki við grundleggjandi hugsjónum um javnvirði og javstøðu í dagsins samfelagi. Sama um hetta hevur verið tilætlað ella ikki, so hevur signalvirðið eisini týdning, og er hetta ein áminning um, at tað er týdningarmikið at hava javnstøðuperspektivið í huga, tá vit samskifta í øllum viðurskiftum og serliga, tá talan er um almennar stovnar, sum varða av børnum og ungum.

Javnstøðunevndin vil minna á, at javnstøðulógin setur forboð móti at gera mismun vegna kyn, bæði beinleiðis og óbeinleiðis. Er neyðugt við serligum treytum í einhvørjum samanhangi, skulu hesar vera sakliga grundaðar ella á annan hátt vera heimilaðar við lóg. Reglur og onnur inntriv eiga ikki at røkka longur enn tað, sum neyðugt er til tess at røkka endamálinum.

Javnstøðunevndin

 
Allan Dalsgarð