Heilsan hjá monnum skal takast í størri álvara
Samskiparin hjá javnstøðunevndini í Degi og Viku á altjóða mannfólkadegnum 19. november 2024.
Tann 19. novembur var Altjóða mannfólkadagur, og í tí sambandi varpaði javnstøðunevndin ljós á ymisk viðurskifti, ið hava týdning fyri menn og javnstøðu. Menn eru eisini fyri ójavnstøðu orsakað av kyni, og tað gerst alsamt meira neyðugt, at vit sum samfelag geva hesum ans.
Javnstøðunevndin vil, at kjakið um javnstøðu fevnir meira um menn, og at luturin hjá monnum í kjakinum gerst størri.
Hetta er eitt av endamálunum við Altjóða Mannfólkadegnum, og tískil er árligi dagurin gott høvi at seta menn og javnstøða á breddan.
Javnstøðunevndin hevði á mannfólkadegnum eitt átak í miðlunum, sum varpaði ljós á økir, har tað eru menninir, sum eru í serligum vanda. Eitt nú tá talan er um spurningar um heilsu eru tað menninir, sum draga tað styttra stráið.
Hagtølunum um menn og heilsu, sum javnstøðunevndin setti í ljósmálan, vísa eina neiliga gongd, sum leingi hevur verið áhaldandi.
Eitt nú liva menn styttri enn kvinnur. Hesin kynsmunur gongur nógv ættarlið aftur í tíðina, og lítið bendir á, at gongdin er í ferð við at steðga. Hendan sannroynd sampakkar við onnur hagtøl, sum vísa, at menn eisini hava munandi færri læknaviðtalur samanborið við kvinnur. Hetta teknar eina mynd av, at heilsustøðan hjá nógvum monnum er í vanda.
Í fyrstu atløgu vísa tølini, at menn kanna seg ikki í nóg góðari tíð, tá teir kenna sjúkutekin. Í aðru atløgu duga menn ikki líka væl sum kvinnur at halda seg til, tá talan er um at taka heilivág ella at fáa viðgerð, tá sjúkutekin gera um seg.
Samfelagið er nógv broytt tey seinastu ættarliðini, og ongantíð áður hava menn tikið ein størri leiklut á seg í familjulívinum enn í dag. Leikluturin sum forsyrgjari av familju, maka og børnum er ikki hin sami. Í dag verður umsorganarleikluturin býttur javnari millum kvinnur og menn, og hendan broyting hevur við sær, at eisini menninir í størri mun noyðast at røkja sína egnu heilsu. Til tað krevst, at menn broyta vanar og hugburð.
Sum samskiparin hjá javnstøðunevndini, Brandur Mortensen Nolsøe, greiddi frá í Degi og Viku tann 19. novembur, er lutfalsliga nýggja uppgávan at røkja sína egnu heilsu eitt av fleiri dømum um, at menn eru eftirbátar í mun til kvinnur. Pál Weihe, professari í fólkaheilsu, segði eisini í somu tíðindasending, at hóast tað er ein stór avbjóðing at fáa menn at hyggja inneftir, liggur ábyrgdin hjá monnunum sjálvum.
Skal kynsmunurin fáast í rættlag, noyðast menn at taka størri ábyrgd av sínari egnu heilsu.
Samstundis siga føroyskir heilsumyndugleikar- og felagsskapir, at serlig átøk ofta eru neyðug, um ein vil tryggja, at boðskapurin røkkur monnum á sama hátt sum kvinnum. Javnstøðunevndin hevur skilt, at føroyskir myndugleikar royna at lyfta hesa uppgávuna, soleiðis at tað gerst lættari at møta monnunum. Tí tekini um, at menn ikki søkja sær nóg stóra hjálp, eru greið.
Forðingarnar hjá monnum fevna eisni um sálarheilsu. Gransking um menn og heilsu í grannalondunum seinastu árini vísur, at menn stríðast alsamt meira við sína heilsustøðu. Er støðan líknandi í Føroyum, er talan um ein trupulleiki, sum vit sum samfelag ikki taka í nóg stórum álvara.
Tað er serliga, tá lívið broytist, at neiliga kemur serliga til sjóndar. Eitt nú versnar støðan hjá monnum, tá hjúnabandið slitnar. Kvinnur hava ofta fleiri og sterkari nærsambond við eitt nú vinfólk, og tí tá duga kvinnur betur at fóta sær sosialt eftir hjúnaskilnað. Ábendingar eru um, at nærsambond hjá monnunum í stóran mun verða skapt umvegis kvinnuliga makan. Og tá kvinnur og menn fara hvør til sítt, standa menn tí ofta á berum, higani kann støðan versna. Hetta kann vera tekin um, at menn ikki kunnu dúva upp á sosialar relatiónir á sama hátt sum kvinnur.
Millum tey mest rámandi tølini, sum javnstøðunevndin varpaði ljós á mannfólkadagin, eru tey, sum vísa sjálvmorð og sjálvmorðsroyndir býtt á kyn. Fyri árini 2007-2021 er talið hjá monnum 27, meðan talið hjá kvinnum er 7.
Stirvnar samfelagsskipanir og kynsmentanir
Ein onnur javnstøðuforðing er, at menn hava ikki nóg góðar møguleikar at taka lut í barnauppalingini. Tey seinastu áratíggjuni eru menn - eisini føroyskir - vorðrnir ein munandi størri partur av familjulívinum, og tað verður alsamt meira nattúrligt fyri ein pápa at vera ein umsorganarpersónur hjá børnunum eins og mamman. Men verandi skipanir, eitt nú barsilsskipanin, og siðbundnar kynsmentanin gera sítt til, at menn vera forðaðir í hesum. Menn taka framvegis bara ein brotpart av samlaða barnsburðarfarloyvinum í Føroyum. Í miðal er longdin á partinum av barslinum, sum menn taka, áleið fimm vikur. Kvinnur taka í miðal omanfyri 47 vikur av farloyvinum.
Teir pápar í Føroyum, sum fegnir vilja átaka sær fleiri barsilsvikur, og harvið ein størri umsorganarleiklut, gerast helst fleiri í tali sum frá líður. Tískil er neyðugt at endurskoða eitt nú barsilsskipanina, soleiðis at vit fáa beint henda ójavna burtur.
Tað er væl grundað, at tá pápar taka størri lut av barnsburðarfarloyvinum, fær hetta ágóðar fyri trivnaðin hjá allari familjuni: barninum, mammuni og pápanum. Siðbundnar kynsmentanir elva framvegis til, at tað er ikki sosialt legitimt hjá øllum monnum at seta orð á sína heilsustøðu, ella eitt nú at fara í barnsburðarfarloyvi longur enn tær fýra vikurnar, sum eru markaðar til pápar í dag. Fyri bøta um hetta, skal tað, bæði mentanarliga og bygnaðarliga, gerast lættari hjá pápum at breiða seg út sum familjumenn.
Neyðugt er at fáa bilbugt við avbjóðingum sum hesum, skulu vit flyta okkum fram á javnstøðuleið.
Javnstøðunevndin varpaði ljós á menn og heilsu í føroysku miðlunum á mannfólkadegnum 19. novembur 2024.
HER í Degi og Viku.
HER í Góðan Morgun Føroyar.