Almenn tilbúgvingarráðstevna uttan kvinnuumboðan

Viðmerking frá javnstøðunevndini viðvíkjandi tilbúgvingarráðstevnu hjá Løgmálaráðnum og Fróðskaparsetrinum í Kongshøll í Havn 23. januar 2025.


Hoyrir kjakið um trygd og mótstøðuføri ikki kvinnunum til?


Á tilbúgvingarráðstevnuni, sum Kongshøll er karmur um 23. januar, verður almenn umrøða av trygdarstøðu og mótstøðuføri Føroya.

Millum teir níggju serfrøðingarnar, sum sambært skránni skulu umrøða evnið, er eingin kvinna.

Sambært fyriskiparunum, sum eru Løgmálaráðið og Fróðskaparsetrið, vórðu eisini kvinnuligir serfrøðingar umbidnir, sum tó góvu avboð. Tað, sum stendur eftir, er ein skrá uttan kvinnuumboðan.

Berandi almennir stovnar hava serliga ábyrgd at gáa um javnstøðu og tryggja, at almenn tiltøk eru fevnandi og umboðandi. Verður hendan ábyrgdin ikki tikin í álvara, so hevur tað óbeinleiðis avleiðingar við sær fyri okkum sum samfelag.

Kemur eingin kvinna til orðanna, so er signalið, at kjakið hoyrir ikki kvinnunum til.

Brandur Mortensen Nolsøe