Svøríki

Foto: Jonathan Brinkhorst / Unsplash

Foto: Jonathan Brinkhorst / Unsplash

Diskrimineringslagen (2008:567) kom í staðin fyri fyri ta gomlu Jamställdhetslagen (1991:433)

Arbeiðssetningurin fyri javnstøðu hjá svensku stjórnini er:

  • Javnt býti av valdi og ávirkan

  • Fíggjarlig javnstøða

  • Javnt býti av óløntum heima- og umsorganararbeiði

  • Harðskapur móti kvinnum skal steðga

Ráðið fyri sosiala/almanna økið varðar av javnstøðu. Socialdepartementet. Tó hevur Svøríki við lóg bundið seg til javnstøðuintegrering á øllum økjum (gender mainstreaming/samtáttan) og eins og í Íslandi, Finnlandi, Danmark, Grønlandi og Noregi – og tí arbeiða øll ráð við javnstøðu á sínum serliga viðkomandi øki.

Annars er javnstøðustovnurin í Svøríki eins og í Íslandi, Noregi og Finlandi býtt upp í trý:

1) Jamställdhetsenheten
Er deildin undir Socialdepartementet, sum arbeiðir við javnstøðu og diskriminering burturav. Her sita javnstøðuserfrøðingar/málsviðgerar. Eindin hevur somuleiðis greinar og samband út í kommunustýrini, ið hava sína egnu javnstøðueind og serfrøðingar/málsviðgerar, tey arbeiða í høvuðsheitinum við javnstøðuintegrering/samtáttan/mainstreaming.

2) Diskrimineringsombudsmannen (DO) statsmyndugleiki undir Kulturdepartemetet. DO arbeiðir við sjey diskrimineringsgrundum, harav kyn er ein. Hinar seks eru: kynsidentitetur ella -úttrykk, etniskur uppruni, religión ella onnur trúarfatan, brek (funktionsnedsættning), seksuell orientering og aldur. DO er ein samansett eind av upprunaliga fýra umboðsmonnum. Teir vóru:

  • Jämställdhetsombudsmannen (JämO)

  • Ombudsmannen mot etnisk diskriminering (DO)

  • Handikappombudsmannen (HO)

  • Ombudsmannen mot diskriminering på grund av sexuell läggning (HomO)

Hjá DO arbeiða eini 100 fólk. Teirra uppgáva er at tryggja ella hava eftirlit við, at diskrimineringslógin og foreldrafarloyvislógin verða hildnar. Somuleiðis hevur DO sum uppgávu at arbeiða fyri at skapa og tryggja somu møguleikar til allar svenskar borgarar. DO hevur ábyrgd av at hava efirlit við øllum javnstøðu(politiskum)planum, sum í samljóði við lógina um aktiva åtgarden () verða gjørdar á øllum almennum stovnum og myndugleikum (ráðum/nevndum o.s.fr). Somuleiðis veitir DO amboð, ekspertisu og skeið o.a. til ymiskar aktørar í samfelagnum, soleiðis at stuðlað verður við at steðga og fyribyrgja diskriminering. Hetta kann t.d. vera á arbeiðsplássum ella skúlum/universitetum.

Sjálvi skriva tey á heimasíðuni, at virksemið hjá teimum snýr seg um hesa raðfesting:

svøríki_do.png

3) Nämnden mot diskriminering

Í nevndini ímóti diskriminering sita 13 nevndarlimir. Uppgávan hjá nevndini er at viðgera kærur. Nevndin kann áseta bøtur og endaligan dóm. Tað er bara Diskrimineringsombudsmannen, ið kann senda kærur til nevndina. DO tekur altso ímóti kærum, meðan nevndin tekur avgerð um tær. Í nevdini sita bæði juristar og onnur fakfólk.

Beinta Johannessen