Finnland

administration-blue-bright-997611.jpg

Í javnstøðuætlanini hjá finsku stjórnini eru seks raðfest øki og mál at arbeiða við

Tey eru:

  • Javnstøða í arbeiðslívinum skal fremjast

  • Stuðul og íløgur skulu gerast, soleiðis at til ber at kombinera arbeiðs- og familjulív umframt foreldraleiklutin

  • Javnstøða millum kynini skal fremjast í útbúgving og ítrótti

  • Harðskapur móti kvinnum og í nærsambondum skal fyribyrgjast

  • Heilsa og vælvera hjá monnum skal betrast

  • Javnstøða millum kynini skal fremjast við politiskum avgerðum

The Act on Equality between Women and Men (609/1986), kom fyrstu ferð í gildi í Finnlandi í 1987, men er síðani endurskoðað fleiri ferðir. Seinast í 2015, tá ið Finnland fekk nýggja antidiskriminatiónslóggávu, eisini nevnd Non-Discrimination Act (1325/2014). Í seinastu broytingini í finsku javnstøðulógini er knýtt uppí forboð fyri mismuni vegna kynssamleika (gender identity) og kynsútrykk (gender expression). Hetta kom samstundis sum nýggja antidiskriminatiónslógin. Lógin fevnir um fleiri samleikaeyðkenni enn kyn einsamalt, ið kunnu vera atvoldin til, at borgarar eru fyri mismuni.

Umframt javnstøðu- og antidiskriminatiónslóg eru løgfrøðiligar ásetingar um javnstøðu eisini í finsku grundlógini, §6:

 
finnland_lóg.png
 

Javnstøðuorganið í Finnlandi er eins og í Íslandi, Noregi og Svøríki býtt upp í trý :

1) Evstu ábyrgd av javnstøðuøkinum hevur ráðið fyri almannamál og heilsu (Ministry of Social affairs and Health). Her er ein javnstøðueind við serfrøðingum og málsviðgerum, ið taka sær av viðkomandi javnstøðumálum. Harumframt hevur hvørt ráð (ministry) og ráðharri/frúa ábyrgd av at røkja javnstøðupolitikkin á avvarðandi øki.

2) Finnland hevur eisini eitt Javnstøðuumboð (JO) og eitt Diskriminatiónssumboð (DO). Tey eru sjálvstøðugar eindir, ið arbeiða á málsøkinum hjá Ministry of Justice (Justitsministeriet). Bæði JO og DO arbeiða aktivt við javnstøðu millum kvinnur og menn, men DO hevur eitt víðari fokus og arbeiðir eisini við mismuni, ið stendst av samleikaeyðkennum, sum víst verður til niðanfyri. T.e. ásetingar í §8 í antidiskriminatiónslóg Finnlands (1325/2014):

Förbud mot diskriminering

Ingen får diskrimineras på grund av ålder, ursprung, nationalitet, språk, religion, övertygelse, åsikt, politisk verksamhet, fackföreningsverksamhet, familjeförhållanden, hälsotillstånd, funktionsnedsättning, sexuell läggning eller någon annan omständighet som gäller den enskilde som person. Diskriminering är förbjuden oberoende av om den grundar sig på ett faktum eller ett antagande i fråga om personen själv eller någon annan.

Diskriminering som avses i denna lag är förutom direkt och indirekt diskriminering även trakasserier, vägran att göra rimliga anpassningar samt instruktioner eller befallningar att diskriminera.

3) Sbrt. grein 20 og 21 í antidiskriminatiónslógini (1325/2014) er eisini ein javnstøðu- og diskriminatiónsnevnd. Høvuðsendamálið hjá nevndini er at tryggja, at lóggávan verður hildin, men eisini at venda sær til JO og DO við tilmælum og ráðgeving um átøk/tiltøk til tess at fremja javnstøðu ella basa mismuni.

Bonus: Non-diskrimineringstest

Beinta Johannessen