Noreg

mikita-karasiou-591387-unsplash.jpg

Norski javnstøðupolitikkurin er orðaður soleiðis:

  • Norski javnstøðupolitikkurin hevur sum mál, at øll skulu hava somu møguleikar og sama frælsi at taka sínar egnu avgerðir, óknýtt at kyni, uppruna, átrúnaði, førleika og seksuellari orientering

  • Stjórnin strembar eftir einum javnstøðupolitikki, sum burturbeinir forðingar fyri frítt at velja hjá monnum og kvinnum. Kvinnur og menn skulu hava somu møguleikar og rættindi, og samfelagið skal gera tað møguligt hjá gentum og dreingjum, kvinnum og monnum at brúka síni rættindi Norska stjórnin hevur sett sær fimm javnstøðupolitisk høvuðsmál at arbeiða við

  1. harðskapur

  2. barnalív (uppvøkstur) og útbúgving

  3. arbeiðslív

  4. heilsa

  5. vinnulív og íverksetan (regeringen.no / likestilling i praksis 2016 )

Eins og í Íslandi, Finnlandi og Svøríki er norska javnstøðuøkið í trimum pørtum:

1) Barne- og Likestillingsdepartementet (BLD) varðar av javnstøðu- og diskrimineringsøkinum. Samstundis arbeiðir norska stjórnin við javnstøðuintegrering, og tað vil siga, at øll ráð hava ábyrgd av at arbeiða við javnstøðu á tí øki, sum tey varða av. Tó hevur BLD høvuðsábyrgdina av at umsita og samskipa javnstøðupolitikkin hjá stjórnini.

BLD arbeiðir við diskrimineringstileggjan í sjey førum: kyni, funktionaliteti, etnisiteti, lívsáskoðan, seksuellari orientering, kynsidentiteti og útrykki.

2) Likestillings- og diskrimineringsombudet (LDO) er stovnur undir Undir Barne- og Likestillingsdepartementet. LDO er sjálvstøðug eind, sum tó fyrisitingarliga virkar saman við BLD. Eini 70 fólk starvast hjá LDO, sum so aftur er býtt upp í tvær eindir, eina ráðgevandi eind, Likestilingsråd, og eina kærueind, Likestillingsombud.

3) Ein sjálvstøðug nevnd: Likestillings- og diskrimineringsnemnda tekur sær av kærumálum og viðgerðum, ið koma gjøgnum diskrimineringsumboðið. Í oktobur 2015 legði norska stjórnin fram “Likestilling í praksis. Like muligheter for kvinner og menn”. Endamálini í tí standa við reyðum omanfyri. Síðan eru økini útgreinað. Tú kanst lesa um tann áhugaverda og kveikjandi politikkin her.

Beinta Johannessen