Ísland
Íslendska javnstøðulógin varð endurskoðað í 1985, 1991, 2000 og 2008 fyri at tryggja, at hon fevndi og fevnir um øll samfelagsøki í samljóði við ásetingarnar hjá ST um, at vit eiga øll at stremba eftir gender mainstreaming í øllum ráðum, stovnum, fyritøkum og samfelagsøkjum yvirhøvur
Íslendska javnstøðulógin er framvegis lóg, sum bara fevnir um kyn, og er altso ikki broytt í samljóði við ES-direktiv um javnstøðu sum kravt er í Danmark, Svøríki og Finnlandi. Her fevnir lógin, umframt kyn, eisini um aðrar diskriminatiónsgrundir, eitt nú húðarlit, uppruna, seksualitet, kynsidentitet, aldur, religións- ella trúarfatan o.fl. Soleiðis er altso ikki í Íslandi, har endamálið við lógini er:
Størsti munurin á íslendsku og føroysku lóggávuni er, at í tí føroysku eru ongar ásetingar um gender mainstreaming, ið merkir tað sama sum javnstøðuintegrering ella samtáttan. (Føroyar fingu í 2009 viðmerkingar frá ST-nevndini um, at hetta eigur at verða sett í lóggávuna, soleiðis at vit tryggja, at arbeitt verður við javnstøðu á øllum økjum. Bara soleiðis ber til at gera nakað við ta kompleksu og samansettu atvoldina til tvørrandi javnstøðu ella ójavnvág í atgongd til møguleikar/skyldur/rættindi.)
V.v. samtáttan/gender mainstreaming eru serliga stk. 6 & 7. í íslendsku lógini viðkomandi:
Brot : Article 2. 10/2008
stk.6: Gender mainstreaming: Organizing, improving, developing and evaluating the policy-making process in such a way that gender equality perspectives are incorporated in all spheres in the policy-making and decisions of those who are generally involved in policy-making in society.
stk.7: Affirmative action: Special temporary measures that are intended to improve the position of, or increase the opportunities of, women or men aimed at establishing gender equality in a specific field where either sex is at a disadvantage. In such cases it may prove necessary to give either sex temporary priority in order to achieve balance.
Ein annar stórur munur á íslendsku og føroysku skipanini er, hvussu javnstøðuábyrgdarøkið er býtt sundur. Sum hjá okkum varðar tað íslendska vælferðarráðið / Ministry of Welfare av javnstøðuøkinum. Í ráðnum er ein serlig deild, ið varðar av javnstøðuøkinum. Umframt hetta hava øll ráðini og allir ráðharrar ein javnstøðuserfrøðing knýttan at sær. Tey hava m.a. ábyrgd av at tryggja at arbeitt verður smb. grein 6 & 7 í lóggávuni um gender mainstreaming. Somuleiðis er uppgávan hjá serfrøðingunum at arbeiða við viðkomandi javnstøðuspurningum í viðkomandi ráð.
Umframt evsta vald og evstu ábyrgd í Velferðarráðuneytiðnum er íslendska javnstøðuorganið sum í Finnlandi, Noregi og Svøríki býtt upp í trý. Tey eru:
Jafnréttisstofan (10/2008 Article 4)
Kærunefn jafnréttismála (10/2008 Article 5)
Jafnréttisráð
Jafnréttisstofan er stovnur undir Velferðarráðuneytið / Ministry of Welfare. Umframt at taka sær av tí administrativa arbeiðinum tekur stovnurin sær av at halda eyga við javnstøðupolitikkinum og lóggávuni, at tryggja sær at arbeitt verður við málunum og at útvega amboð og mannagongdir til endamálið, sum er at fremja javnstøðupolitikkin hjá stjórnini. Haraftrat arbeiðir Jafnréttisttovan við ráðgeving, útbúgving til myndugleikar og stovnar m.a. í almennu fyristingini, umframt við kunning og átøkum fyri almenningin og aðrar aktørar. Sambært heimasíðuni hjá stovninum eru sjey starvsfólk á skrivstovuni; fýra javnstøðuráðgevar, ein løgfrøðiligur ráðgevi og stjóri og umsitingarstjóri.
Kærunefn jafnéttismála er nevnd, ið hevur til endamáls at viðgera kærur. Í nevndini eru tríggir juristar, sum ráðharrarnir velja. Sermerkt er her, at dómurin hjá kærunevndini er bindandi og kann altso ikki roynast við hægri dómsstól. Ilt er at síggja um kravt verður, at juristarnir eru dómarar, sum t.d. er krav hjá Ligestillingsnævnet í Danmark. Hetta ber til at kanna nærri.
Jafnréttisráðið er nevnd, ið minnir mest um okkara javnstøðunevnd. Í nevndini eru umboð fyri arbeiðsmarknaðarpartarnar og kvinnusamskipanir. Umframt hesi eru serfrøðingar og umboð frá Háskóla Íslands.
Eisini á kommunalum stigi eru javnstøðunevndir, sum umsita og hava eftirlit við, um kvinnur og menn hava somu rættindi og møguleikar í kommununum. Javnstøðunevndirnar ráðgeva bygda- og býráðsnevndunum og hava eftirlit og skipa somueiðis fyri javnstøðufremjandi tiltøkum lokalt.