Javnrættur og javnstøða
Í Føroyum hava vit formliga javnrætt á so at siga øllum økjum. Javnrættur merkir eins og orðið sigur, at vit hava javnan - t.e. sama rætt - til somu rættindi. Vit tosa um tað, sum eitur formligur javnrættur, t.v.s. at vit formliga m.a. í flestu lógum og reglugerðum hava sama rætt til somu rættindi
Grundin til, at hugtakið formligur javnrættur verður brúkt, er, at hóast rættindini formliga eru til staðar, er ikki sjálvsagt at atgongdin til hesi rættindi er tann sama.
Mann kann t.d. siga, at øll hava sama rætt at fara á eitt kontór á aðru hædd uttan lyftu, men at tann, sum situr í koyristóli ikki kann brúka henda rætt, eyðsæð tí at viðkomandi ikki fær brúkt trappur, og eingin lyfta er. Trappan er ein eyðsýnd forðing í hesum føri. Tað kundi eisini verið ein meiri ósjónlig forðing, at tað til dømis var ein lyfta, men at viðkomandi var tarnaður í at koma til kontórið av øðrum umstøðum so sum ov smølum vegi hagar, ov høgum kantsteini uttanfyri ella líknandi. Forðingar, sum á kontórinum har uppi ikki eru sjónligar, men sum hjá tí einstaka kunnu vera avgerandi fyri atgongdina. Tey, sum ongan trupulleika hava at ganga trappur ella fara um ein kantstein, hava kanska ilt við at síggja hesar forðingar.
Tá er tað hent, at tey, sum eru tarnað, siga frá, men eisini, at tey, ið hava møguleikan at ganga trappur, síggja, at tey hava ein møguleika, sum ikki øll hava. Hetta verður ofta í javnstøðuhøpi nevnt privilegiir. Og í tí samanhangi eisini um privilegiiblindni, sum er, tá vit ikki eru før fyri at síggja okkara egna møguleika í ymsum samanhangi. Tað er ein venjing og krevur tilvitan. Hesa tilvitan kann mann m.a. fáa gjøgnum javnstøðukjak.
“Tað er tí ikki so einfalt, at hóast vit hava javnrætt, so hava vit javnstøðu.”
Tí mugu vit alla tíðina seta spurnartekin við, hvussu vit best møguliga tryggja at borgarar í okkara samfelag hava somu atgongd til somu rættindi. Hetta er at arbeiða við javnstøðu. Javnstøða er ein áhaldandi spurningur um at tryggja eitt gott demokratiskt samfelag, har sum landsins myndugleikar og øll, sum her búgva, tryggja at hvør borgari – børn og vaksin uttan mun til kyn, førleika, aldur, uppruna, lívsáskoðan, átrúna o.a. – hava somu rættindi, somu ábyrgd og somu møguleikar at menna og brúka sínar førleikar. Tað merkir eisini, at eitt samfelag, ið vil hava javnstøðu, er tilvitað um, at mismunur verður gjørdur, og at vit kenna mun á beinleiðis og óbeinleiðis mismuni.