Beinleiðis og óbeinleiðis mismunur
Í Javnstøðulógini stendur, at IKKI er loyvt – hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis – at gera mismun á fólki vegna kyn, §2 stk.2, men hvat merkir beinleiðis og óbeinleiðis mismunur ella diskriminering?
Beinleiðis mismunur er lættur at fáa eyga á. Til dømis um ein arbeiðsgevari skrivar eina lýsing og sigur, at hann ella hon vilja hava ein nýggjan leiðara, og at viðkomandi skal vera maður. Tað er beinleiðis mismunur vegna kyn og er sambært javnstøðulógini ikki loyvt.
Ein arbeiðsgevari kann eisini skriva, at hann ella hon vilja hava ein nýggjan leiðara, men at viðkomandi skal vera 1, 85 m høg/høgur ella meira. Hetta er óbeinleiðis mismunur, tí tað er sannlíkt, at nógv færri kvinnur enn menn lúka hetta krav og harvið hava møguleika at søkja stjórastarvið.
Eitt annað dømi um óbeinleiðis mismun kann vera, at arbeiðsplássið gevur sínum starvsfólkum lønarhækkan, men at tey, sum hava verið sjúk ella burtur frá arbeiði meira enn 10 dagar tað árið fáa ikki lønarhækkan. Av tí at vit vita, at tað eru flest kvinnur, sum taka sjúkradagar við børnum, og tí at tað mest sannlíkt eru kvinnur við børnum, sum eru mest burtur frá arbeiði, er hesin bólkur av smábarnamammum í serligum vanda fyri ikki at fáa lønarhækkan. Her er talan um óbeinleiðis mismun.
“Í summum førum kann vera neyðugt at gera mun. Hesum loyvir javnstøðulógin eisini. “
Til dømis er loyvt at søkja eftir ávísum kyni, um endamálið er at røkka mál lógarinnar. Hetta verður rópt positiv diskriminering. T.d. kann tað hugsast, at ein útbúgvingarstovnur innan sjúkrarøkt vil hava fleiri menn at blíva sjúkrarøktarar ella -frøðingar og tí letur pláss vera serliga til menn at søkja. So hóast ein kvinna kanska er betur skikkað, kann útbúgvingarstovnurin við røttu mannagongdini heldur velja mannin.
Tað kann eisini vera neyðugt at søkja eftir eitt nú kvinnuligum hjálpara til ein borgara við tørvi á hjálp m.a. til persónliga røkt, ella um ein skal røkja eitt starv í skiftingarrúmi í eini svimjihøll. Í slíkum føri er altíð neyðugt at søkja javnstøðunevdina um undatak sambært grein 3 stk. 2 í javnstøðulógini, sum sigur:
Ikki er loyvt arbeiðsgevara at lýsa eftir fólki til arbeiðis, har tað á nakran hátt bendir á, at annað kynið hevur fyrimun, uttan so at starvið er treytaleyst kynsbundið. Heldur ikki er loyvt útbúgvingarstovnum at søkja eftir næmingum, har annað kynið hevur fyrimun. Í heilt serligum føri kann javnstøðunevndin geva undantaksloyvi.
BONUS:
Tú kanst eisini lesa um beinleiðis og óbeinleiðis mismun hjá svenska diskrimineringsumboðnum og á snar.fo.