Hvat eru normar?
Ein normur er ein óskrivað lóg um, hvussu eitthvørt eigur at vera, hvussu vit eiga at vera og gera í sambandi við eitthvørt
Tá ið vit tosa um normar í hesum samanhangi, kunnu vit tosa um kynsnormar, kynsleiklutir og um eitt, sum vit ofta rópa stereotypir ella kynsstereotypir. Nógvar vánir og normar eru knýtt at okkara kyni, og tí er tað altíð viðkomandi at tosa um normar, tá ið vit viðgera og tosa um kynspurningar og javnstøðu.
“Í samrøðum um normar kunnu vit víðari brúka heiti sum maskulinir normar og femininir normar. Maskulinir normar seta vit í samband við dreingir og menn, og femininir við gentur og kvinnur.”
Til dømis er tað normurin at gentur elska ljósareytt, og at dreingir ikki spæla við dukkur. Spælir ein drongur við dukkur, er tað yvirhøvur í lagi, men vit leggja merki til tað, tí tað er uttanfyri normin. Tað er “ónormalt”, eins og ein genta, ið elskar LEGO-ninjago, eisini er øðrvísi enn hinar genturnar í barnagarðinum. Hetta er sum oftast heilt óskyldugt og verður góðtikið í ungum árum, men tess eldri børnini eru, tess meira tilvitað verða tey um normar, um hvat er loyvt og ikki loyvt. Óskrivað væl at merkja.
Ein og hvør hevur RÆTT til at fáa sær neglalakk, men um ein drongur í 6. flokki brúkar neglalakk, so fer hann út um tann maskulina normin, og av tí at vit halda neglalakk vera feminint, verður hann lagdur undir eitt feminint viðri og kann vera fyri at verða kallaður genta ella gentusligur. Sostatt eru ávísar reglur og normar fyri, hvussu tú ert ein ordiligur drongur og ein ordilig genta. Ikki øll rúmast í hesum normum, og m.a. tað snýr javnstøðuarbeiði seg um at vísa á.
Kynsnormar broytast sum frá líður. Kynsnormar broytast bæði eftir tørvinum í samfelagnum og automatiskari útvikling og við aktivum hugburðsbroytingum, sum t.d. politikarar, listafólk, fólk við almennari rødd ella ein stovnur sum Javnstøðunevndin kunnu ganga undan við at skapa.