Kyn, javnstøða og margfeldni
Tá ið vit tosa um javnstøðu og kyn, hevur tað stóran týdning at gera sær greitt, at hvørki bólkurin menn ella bólkurin kvinnur eru einstáttaðar homogenar eindir
Í eindini menn er líka stórt margfeldi ímillum menn sum í eindini kvinnur og harímillum. Ein kvinna kann hava meira í felag við ein persón úr bólkinum menn og øvut enn í sínum egna “bólki”.
Viðhvørt kenna persónar seg ikki aftur í tí eind, sum tey reint lívfrøðiliga eru partur av, men eisini í sambandi við kynsnormar hoyra til, og tað mugu tey, sum arbeiða við javnstøðupolitikki og fremjan, altíð hava í huga.
“Allir menn og allar kvinnur hava ikki somu lívsroyndir ella liviumstøður, og eins og hierakiskar skipanir eru á ymsum økjum ímillum kyn, so er tað eisini í kynsbólkunum. Aldur, uppruni, seksualitetur, førleiki og útbúgving kann eisini hava avgerandi týdning fyri atgongd ella tvørrandi atgongd til tey rættindi, sum vit øll hava sambært lóg.”
Vit tosa viðhvørt um dupultdiskriminatión, tað kann til dømis vera at tú sum menniskja ert bæði tarnað vegna brek og títt kyn, ella tað kann vera, at tú ert í eini serliga svárari støðu vegna tín aldur og kyn. Tað hevur í javnstøðupolitiska arbeiðinum stóran týdning at leggja merki til og at viðurkenna hetta, at kynsdiskrimineringin ofta virkar saman við øðrum umstøðum. Bara við hesum fyri eyga kunnu vit skipa nútíðarhóskandi og fevnandi javnstøðupolitik. Hetta skal tryggja, at í hvussu er tey, sum formulera og skapa karmarnar, sígga, skilja og virða, at samfelagsbólkar og bólkingar hava ymiskar fortreytir og ymsa atgongd og atkomuleika til tey grundleggjandi rættindi og tær skyldur, sum allir borgarar eiga at vera fevndir av, m.a. í javnstøðulógini.
Tey sum arbeiða við javnstøðu, kyni og samfelagsspurningum um tað, brúka eitt serligt hugtak til hesa fatan. Hugtakið verður rópt intersektiónalitetur, á føroyskum krossávirkan. Les meira um intersektiónalitet og krossávirkan her!
Hvat er intersektiónalitetur ella krossávirkan?
Eitt kronglut hugtak, ið verður brúkt til at skilja og brúka, sum amboð í kyns- og ella javnstøðupolitiskum arbeiði, er intersektiónalitetur
Intersektiónalitetur ella krossávirkan er bæði eitt amboð og eitt hugtak ella hugsjón. Í stuttum snýr intersektionalitetur seg um at vera varin við, at fleiri grundir kunnu vera fyri diskriminatión ella ójavna atkomu til tey rættindi, sum vit sambært lóg eiga. Hugtakið skal hjálpa okkum at skilja, at javnstøða ikki bara snýr seg um bólk A og B, men at samfelagið og samfelagsborgararnir eru samansett og fjølbroytt. Amboðið skal nýtast hjá lógarsmiðjum, politikarum og fakfólki annars til at tryggja nútíðarhóskandi og rættvísar karmar fyri allar borgarar í Føroyum óheft at aldri, kyni, uppruna, trúgv, seksuellari orientering, likamligum førleika o.s.fr.
“Vandi er fyri, at javnstøðupolitikkur, ið gloymir hesi frábrigdi, bara verður javnstøðupolitikkur fyri ávísar bólkar í samfelagnum.”
BONUS:
*Intersektiónalitetur er úr enska orðinum intersection - í matematikkini, tá tvær ella fleiri linjur skera hvørja aðra. Tá ið tvær ella fleiri linjur krossast. Við hesum kundu vit sambært Jóhan Hendrikki Winther Poulsen á føroyskum nýtt orðið krossorsøk ella krossávirkan (ársfrágreiðing 2003).
*Kimberlé Chrenshaw var tann fyrsta, sum brúkti hugtakið intersectionality í einum feministiskum samanhangi. Hetta var í 1989 í greinini ”Demarginalizing the Intersection of Race and Sex: A Black Feminist Critique of Antidiscrimination Doctrine, Feminist Theory and Antiracist Politics” (les greinina her ).