Uppsøgn vegna viðgongu
Status: Avgreitt
Evni: Beinleiðis mismunur, Samsýning, Starvssetan, Graviditetur/Viðgonga, Próvbyrða, Farloyvi, Barnsburður
Ásetingar: § 12, § 6
Partur: Ikki upplýst
Nevndarlimir: Guðrið Joensen, Egon Joensen, Kristianna Winther Poulsen, Marjun T. Magnussen, Leif Olsen
Mál: 10
Ár: 2010
Avgerðardagur: 23. september 2010
Lýsing: Kærarin varð sett í starv í eini fyritøku. Eftir eina tíð varð hon flutt upp sum fyribilsleiðari, og sambært avtalu skuldi hon røkja hetta starv í nakrar mánaðir. Kærarin var við barn og varð sjúkrameldað í viðgongutíðini. Eina viku eftir sjúkrameldingina varð hon uppsøgd. Kvinna kærdi uppsøgnina til Javnstøðunevndina.
Lyklaorð: Beinleiðis mismunur, Samsýning, Uppsøgn, Graviditetur, Próvbyrða, Barnsburður
Niðurstøða: Nevndin gevur kæraranum viðhald í, at brot er framt á javnstøðulógina. Nevndin metir, at kærarin hevur verið fyri týðandi mismuni vegna graviditet og eigur at fáa 25 vikur í løn sum samsýning, mettar til 115.948,75 kr. tilsamans.