Okkara leiklutur

Foto: Lachlan Gowen / Unsplash

Foto: Lachlan Gowen / Unsplash

Føroyar skulu taka ábyrgd og vera ein samstarvsorganisatión í norðurlendska- og altjóða samfelagnum

Javnstøða og javnstøðuspurningar snúgva seg ikki bara um rættvísi og fólkaræði, men eisini beinleiðis um búskaparligar avleiðingar/ágóðar, tá ið talan er um vælferð og vøkstur. Harumframt er javnstøða ein natúrligur partur av menningini í einum modernaðum vælferðarsamfelag, og eisini í Føroyum eiga vit at vera við, tá ið Norðurlond ganga fremst á javnstøðu- og vælferðarøkinum. Hesi bæði hanga saman og eru neyðugir partar av hvørjum øðrum bæði í symbolskum týdningi og beinleiðis í krónum og oyrum.

Vit skulu vera við í altjóða kjakinum um at fremja og arbeiða við javnstøðu og kynsspurningum. Arbeiðið skal byggja á vælgrundaðar fakligar førleikar, fakta, hagfrøði, sosialvísindaliga vitan um kyn og kynsleiklutir umframt javnstøðu hjá teimum, ið skulu arbeiða við hesum spurningum. Vit hava ábyrgd inneftir, men í dagsins globala samfelag - eisini úteftir.

“Vit eru millum heimsins ríkastu lond, vit hava ríkt fólkaræði og góð virði. Tí er tað púra sjálvsagt, at vit skulu arbeiða meira við javnstøðu og við dagliga at menna og fjálga um tað góða samfelagið, sum vit vilja, at øll skulu hava gagn av eftir førimuni.”

Vit hava í altjóða sáttmálum bundið okkum til at tryggja jøvn rættindi til øll, óheft av kyni, aldri, førleika, uppruna, tungumáli, trúarfatan, lívsáskoðan og seksualiteti. Hesar avtalur eiga vit at halda. Viðmerkingar frá ST í sambandi við mannarættindastøðuna í Føroyum skulu raðfestast og hetta merkir m.a. eina uppraðfesting av javnstøðuøkinum sum heild.