Danmark

Foto: LEMUR / Unsplash

Foto: LEMUR / Unsplash

Danskar javnstøðuætlanir frá 2010 til 2019 eru á hesu leinkju.

Í javnstøðuætlanini hjá donsku stjórnini eru fýra raðfest øki og mál at arbeiða við. Tey eru:

  • Rættindi og frælsi hjá tí einstaka

  • Betri brúk av førleikum og evnum

  • Altjóða javnstøðupolitisk átøk

  • Tryggleiki, trivnaður og eins møguleikar hjá LGBTI-persónum

1) Javnstøðupolitiska økið er í løtuni (2019) undir uttanríkisráðnum. Tað er ásett lóg, at avvarðandi ráð skipar fyri frágreing og virkisætlan hvørt ár.

2) Ligebehandlingsnævnet er óheft kærunevnd, sum á heimasíðuni fyriskipanarliga virkar undir Ankestyrelsen. Nevndin er politiskt óheft, hóast ráðharrar 1) beskæft- igelsesministeren og 2) avvarðandi ráðharri fyri javnstøðu (nú uttanríkisráðharrin), velja limirnar.

Í nevndini eru ein formaður og tveir næstformenn, allir eru landsdómarar/dómarar. Haraftrat eru níggju limir, sum allir eru juristar. Formaðurin tekur við stuðli frá næstformonnunum endaligar avgerðir um kærurnar, sum koma inn. Nevndin er altso ein kærunevnd burturav og hevur onga funktión, tá ið talan er um upplýsandi ella fyribyrgjandi arbeiði um javnstøðu í breiðari merking.

3) Institut for menneskerettigheder hevur síðan 2002 verið umboð fyri donsku stjórnina í javnrætti. Síðan 2011 hevur arbeiðssetningurin eisini fevnt um javnstøðu millum kyn. IMR er sjávstøðugur stovnur, sum umframt granskingarvirksemi eisini skal hava eftirlit við, at diskriminerings- og javnstøðulóggávan verður hildin. IMR kann leggja prinsipiell mál fyri javnstøðunevndina at taka avgerðir um. Stovnurin er tann einasti við hesi heimild.

Í 2000 stovnaði táverandi danska stjórnin Videncenter for ligestilling. Tá varð økið býtt upp í trý; videncenter, ráð og kærunevnd. Hetta varð tó broytt aftur, og videncenteret varð flutt til RUC (Roskilde Universitet), har tað virkar í dag.

Beinta Johannessen