Semjuskjal
15. JUNI 2023 UM ENDAMÁLIÐ HJÁ JAVNSTØÐUNEVNDINI
Javnstøðunevndin er sjálvstøðug nevnd undir Almannamálaráðnum og uppgávurnar hjá Javnstøðunevndini eru ásettar í javnstøðulógini.
Tað er uppgávan hjá Javnstøðunevndini at virka fyri at beina burtur allan mismun vegna kyn og at fremja javnstøðu í samfelagnum. Øll mál verða av nevndini viðgjørd við virðing fyri øllum viðkomandi atlitum, men við javnstøðu sum fremsta endamál.
Harumframt skal Javnstøðunevndin:
røkja uppgávurnar, sum eru nevndar í javnstøðulógini
hava eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin
vera ráðgevi hjá myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum
geva tilmæli í javnstøðumálum
viðgera klagur frá fólki um mismun vegna kyn
Javnstøðunevndin viðurkennir, at menniskju eru ymisk, og at ávísir sosialir, mentanarligir og strukturellir munir kunnu elva til mismun í einum demokratiskum samfelagi, ið er grundað á hugsjónir um javnstøðu. Við støði í hesum arbeiðir Javnstøðunevndin til frama fyri javnstøðu grundað á teirri grundfatan, at
javnrættindi eru, tá menn og kvinnur eru líka fyri lógini
javnstøða er, tá menn og kvinnur hava somu møguleikar, atgongd, skyldur og rættindi
javnstøða er, tá javnvág er millum menn og kvinnur, og tá menn og kvinnur verða javnt vird
javnstøða er, tá ongar óneyðugar forðingar, avbjóðingar ella munir eru, ið eru tengd at kyni