Javnstøðunevndin hoyrd um endurskoðan av fosturtøkulógini
Nevndin mælti á fundinum til, at lógin verður broytt soleiðis, at kvinnan innanfyri eitt virðiligt og rímiligt mark fær ræðisrættin til at taka støðu til fosturtøku.
Fremsta endamálið við javnstøðulógini er at beina burtur allan mismun vegna kyn. Tað stendur skrivað í fyrstu áseting lógarinnar. Javnstøðunevndin hevur til uppgávu at hava eftirlit við, at lógin verður hildin, og at geva tilmæli í javstøðumálum, og var tað millum annað í hesum leiklutinum at Javnstøðunevndin luttók á hoyringsfundi.
Á fundinum luttóku Jógvan Philbrow, nevndarlimur, Bjørk Maria Kunoy, forkvinna, og Brandur Mortensen Nolsøe, samskipari í Javnstøðunevndini.