Hetta skal broytast
Skulu vit sláa okkum til tols við, at tað bara eru dreingir og menn, sum vilja sleppa framat í politikki?
Tíma gentur ikki politikk?
Okkurt kundi bent á, at so er, um vit hyggja at uppslagnum á heimasíðuni hjá Miðnámsskúlanum á Kambsdali um politiska kjakfundin har 2. februar.
- Hevði eg ikki kent so nógvar skilagóðar gentur, sum fegnar halda seg framat, so hevði eg kanska sligið meg til tols við, at so er. Men tað geri eg ikki. Eg vil virka fyri, at gentur og kvinnur koma fram í politikki – og leiðslu annars, sigur Mai Laksafoss, forkvinna í Javnstøðunevndini.
Sambært Mai er tað ikki nóg mikið bara at biðja gentur halda seg framat, og appellera til dreingir um at geva pláss fyri gentum. Tað er ein ørgrynna av óskrivaðum og ósøgdum reglum og mekanismum í spæli. Og saman við konservativum hugburði ger hetta, at gentur og kvinnur detta niðurímillum í tilgongdini at finna umboð til ein kjakfund, eitt panel, eina sjónvarpssending ella landsstýrið. Tað ER neyðugt at gera skipanir og byggja inn mekanismur, sum tryggja javnstøðu millum kynini.
- Eg haldi, at tíðin er komin til at krevja, at politisku flokkarnir lata seg í javnstøðubrillur og skjóta eina eina kvinnu og ein mann upp, til ØLL politisk tiltøk. So liggur ábyrgdin hjá fyriskiparunum at javnstøða er millum kynini.